Kósin er sett

– Yvirlýsing Tjóðveldis á flokstingi heima á Sandi 19. og 20. mai 2023

 

Tjóðveldi er aftur í stjórn. Blokkurin minkar við 100 milliónum. Tvær yvirtøkur eru framdar og fleiri eru ávegis. Virðini verða javnari býtt, og valdið verður flutt til fólkið.

 

Eftir einans fimm mánaðir í stjórn síggja vit longu, at Føroyar eru eitt meira javnsett, samhaldsfast og sjálvbjargni samfelag. 

 

Saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn eru vit aftur á rættari kós.

 

***

 

Okkara politikkur minkar um gjónna millum ættarlið, stættir og øki í Føroyum. 

 

Vit eru millum ríkastu tjóðir í heiminum. Við broytingunum í veiðigjøldunum og tøkugjøldunum kemur hetta ríkidømið nú øllum føroyingum til góða.

 

Vit lovaðu láglønarbólkunum á vælferðarøkinum eitt lønarlyft. Tað kemur nú. Vit lovaðu fleiri bústaðir til fólkið. Tað verður veruleiki nú. Vit lovaðu lág- og miðalløntum ein skattalætta. Hann kemur á nýggjárinum. Ferð verður sett á grøna orkuskiftið. 

 

Samstundis tryggja vit við einum vælvirkandi búskapargrunni ein haldføran búskap, so komandi ættarlið eisini kunnu vaksa upp í einum samhaldsføstum og frælsum Føroyum.

 

***

 

Vit taka ábyrgd á uttanríkispolitiska økinum. Loftrúmið verður yvirtikið í næstum – og við tí taka vit eisini ræðið á loftferðslu og -eftirliti. 

 

Føroyar hava sína egnu støðu og sína egnu rødd mótvegis umheiminum. Vit hava gjørt greitt, at vit føra okkara egna verju- og trygdarpolitikk.

 

Onki um okkum uttan um okkum.

 

***

 

Vit skulu verja føroyska málið. Føroyskt skal inn á talgildar pallar,føroyskt miðlatilfar verður raðfest og fjølmiðlalandslagið verður styrkt. Møguleikarnir fyri bæði yrkis- og áhugalist skulu bøtast.

 

Hetta - okkara mál, mentan og samleiki - er tað, sum bindur okkum saman sum tjóð og fólk.

 

***

 

Vit skulu gerast leys av útlendskum valdi og pengum. Vit skulu tryggja savningarmegi og javnrættindi fyri hvønn einstakan.

 

Hetta skal kjølfestast í einari føroyskari grundlóg. 


Samtykt á flokstingið á Sandi 20. mai 2023