Koyrdi út av í Kollfjarðadali

Svingið kom so brádliga, at førarin varnaðist tað ikki

Um 10 tíðina í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í svinginum beint oman fyri Effo-støðina í Kollfjarðadali. Tað vísti seg, at talan var um ein útlending, sum ikki var vanur at koyra í Føroyum. Hann segði, at svingið kom so brádliga, at hann varnaðist tað ikki.

Sambært vaktleiðarinum á politistøðini, so fekk bilurin ikki so stóran skaða – og eingin fólkaskaði var.

Eitt lítið ferðsluóhapp var eisini í Leirvík, har ein bilur koyrdi á eitt skelti á eini oyggj á vegnum í Leirvík.

Og seinnapartin vóru boð eftir løgregluni eftir einum druknum manni í Steinatúni. Maðurin hevði fingið onkran snudd í pannuna og varð tí koyrdur á Landssjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri tað.

Og beint fyri lukkitíð í gjárkvøldið fór løgreglan á gátt hjá skeinkistøðum í Havn. Men har var einki at viðmerkja. Eisini vórðu bilar og bilførarar í Havn kannaðir, men har varð einki mál skrivað.