Sandoyingar halda tørn

1. DEILD: Amerkianski álopsspælarin skoraði bæði málini í heimasigrinum ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi

Kappingin um seinna uppflytingarplássið í næstbestu deildini er millum AB og B71. Skála er nógv fremst og stórfavorittur at flyta upp.

 

Tað er greitt, at AB fer í summarfrí á øðrum plássi. Um fjarstøðan aftur til AB verður tvey, trý ella fimm stig verður greitt í morgin, tá ið AB í morgin fer norður til Fuglafirðar at spæla á varmakeldustevnu. Fyrsta bríksl verður klokkan 13.

 

B71 eigur útsettan dyst ímóti Víkingi. Hann verður spældur á Sandi mikudagin 20. august.

 

Í gjárkvøldið vann B71 síðsta dystin undan summarsteðginum. Hann var inni í Dal á Sandi ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Úrslitið var 2-0. Amerikanski álopsspælarin Leonard Londe skoraði bæði málini. Tað fyrra í 2. minutti, og tað seinna í 45. minutti. Leonard Londe er toppskjútti hjá B71 við átta málum.

 

20 ára gamli Wenningsted Ørvarodd vardi heimamálið í gjárkvøldið, meðan 28 ára gamli Klæmint Olsen, sum annars hevur vart málið í flestu dystunum seinastu árini, var á beinkinum.

 

Nýggi danski miðvallarin var fyri aðru ferð á B71 liðnum. Talan er um 19 ára gamla Tobias Koklvedgaard, sum vaks upp í Lyngby, og sum royndi seg í Hillerød IF, áðrenn hann í summar flutti til til B71.

 

EB/Streymur er á áttanda plássi við 16 stigum. Tað eru seks stig aftur til niðurflytingarpláss.