Føroyska kvinnulandsliðið í kurvabólti leikti seinnapartin seinasta dystin á kurvabólts-oyggjaleikunum í Ynys Mon. Mótstøðulið var Oyggin Man.
Føroysku kvinnurnar taptu stórt 19-71. Í hálvleikinum var støðan 11-39.
Føroyar vunnu 55-22 á Norður-Wales, og taptu 29-65 fyri Ynys Mon. Føroyar endaðu nummar trý av teimum fýra liðunum í kappingini, og fáa harvið bronsuheiðursmerki.
Um tvey ár er kurvabóltur á skránni á oyggjaleikunum í Føroyum. Hesaferð var ikki pláss fyri kurvabóltinum á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.