Kvøða til løgmann, Aksel V. Johannesen

Góði Aksel V. Johannesen, Føroya Løgmaður

 

Vegna Tvøroyrar Kommunu ynskja okur at frambera tøkk fyri ta drúgva og týdningarmikla arbeiði, ið tú, sum løgmaður hevur gingið á odda fyri og tikið stig til saman við politiska fylgisbólkinum og Pf. tunnilsfelagnum til frama fyri Suðuroyartunnilin. Okur hava fylgt gongdini av hesi týðandi verkætlan við stórum áhuga, og vóna nú, at Suðuroyartunnilin fær jaliga viðgerð og endaliga góðkenning í Løgtinginum.

 

Tað er fyri okkum, sum búleikast í Suðuroynni, sera gleðiligt, at tað hevur eydnast at fáa lagt málið um Suðuroyartunnilin fyri Løgtingið, við vón um, at hetta verður samtykt áðrenn summarsteðgin. Í hesum sambandi vilja vit undirstrika, hvussu avgerandi hendan verkætlanin er fyri menningina av Suðuroynni og Føroyum sum heild.

 

Í mong ár hevur Suðuroyggin verið fyri eini støðugari afturgongd, við minkandi fólkatali og høgum arbeiðsloysi í mun til restina av landinum. Og tað er ongin ivi um, at høvuðsorsøkin til hesa afturgongdina er avmarkingar og avbjóðingar í samferðsluviðurskiftinum, ið hava skapt stórar forðingar fyri bæði vinnulívið og dagliga lívið hjá borgarunum í Suðuroynni.

 

Meðan uml. 80% av Føroya fólki hava trygt, støðugt og vælvirkandi samferðslukervi, liggur Suðuroyggin enn tíðum avskorin av avbjóðingum um Suðuroyarfjørð.

 

Vit uppliva javnan órógv á samferðsluni og til tíðir beinleiðis avbyrging. Suðuroyartunnilin fer at loysa hesar trupulleikar og tryggja eitt álítandi og óheft samband millum Suðuroynna og miðstaðarøkið. Hetta fer at skapa nýggjar møguleikar fyri vinnulívið og betra um lívskorini hjá borgarum í Suðuroynni javnbjóðis aðrar borgarar í Føroyum.

 

Tvøroyrar Kommuna er sannførd um, og setur sítt lít á, at Løgtingslimir kenna til stóru avbjóðingarnar, sum eru í Suðuroynni, og at málið um ein Suðuroyartunnil verður viðgjørt samsvarandi hesum í Løgtinginum.

 

Suðuroyartunnilin er ikki bert ein íløga í Suðuroynna, men í framtíðar menningina av øllum Føroyum. Ein løgtingssamtykt at fremja Suðuroyartunnilin fer at verða eitt týðandi stig ímóti at binda alt landið tættari saman og tryggja eitt burðardygt grundarlag, við javnvág fyri allar Føroyar.

 

Nú hómast ljós fyri framman, og hava vit stóra vón um, at verkætlanin fær breiða semju í Løgtinginum og verður sett í verk sum skjótast. Vit síggja fram til tær mongu jaligu broytingarnar, ið Suðuroyartunnilin fer at føra við sær fyri Suðuroynna og Føroya land sum heild.

 

Suðuroyartunnilin er bjartasta framtíðar vónin hjá komandi ættarliðum.

 

Við bestu Suðuroyarkvøðum

 

##med2##