Tað gekk javnt á at byrja við. Kyndil hevði tó meira yvirvág, men Neistin megnaði eisini at koma framum nøkur skifti.
Tá Neistin fór at ansa betur eftir Turið Arge Samuelsen, gav tað strikuni hjá Kyndli meira pláss, Bjartu Johansen, sum skoraði tilsamans 10 mál, og hon gjørdist eisini dagsins leikari.
Men í seinna hálvleiki kom Nestin ikki fyri seg.
Móti dystarenda eydnaðist tað ikki so væl hjá Neistanum at fáa mál, tær brendur nógv og vórðu revsaðar í hinum endanum.
Somu lið vóru í finaluni fjør, tá hon endaði 29-22 til Kyndil, so Kyndil var kanska favorittur. Men Neistakvinnur megnaðu at halda tørn og vóru bara tvey mál aftanfyri í hálvleikinum.
Men í seinna hálvleiki fór Kyndil væl framum, so dysturin endaði 29-23
Topskorari hjá Kyndli var Bjarta Johansen við 10 málum.
- Bjarta Osberg Johansen 10 mál
- Turið Arge Samuelsen 7 mál
- Bára Krossteig Hansen 4 mál
- Inga Maria Roysdóttir 4 mál
- Natasja Hammer 2 mál
- Brá Reginsdóttir 1 mál
- Nadja Pejovic 1 mál
Toppskorari hjá Neistanum við Hervør Niclasen við 6 málum:
- Hervør Niclasen 6 mál
- Anna S. Mikkelsen 3 mál
- Bjørk F. Joensen 3 mál
- Ró Reginsdóttir 3 mál
- Birna. Eyðunardóttir 2 mál
- Silja Heðinsdóttir 2 mál
- Marjun. Danberg 2 mál
- Brynja Høj 2 mál
##med2##
##med3##
##med4##