Løgmaður er ørkymlaður

Tað er ikki serliga álitisvekjandi, men vit kanna nú um kunngerðin um koppseting skal endurskoðast, sigur løgmaður

– Hetta er ørkymlandi og tað er avgjørt eitt álitisbrot. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við FM1, nú tað aftur kom fram í KvF í gjár, at fólk, vórðu tikin framum um røðina, og eru koppsett áðrenn tey, sum áttu at verið koppsett eftir kunngerðini um koppseting.

Í sambandi við koronu, hevur landsstýrið lagt stóran dent á at fáa álit ímillum almenningin og myndugleikarnar, men hann heldur, at tað, sum nú er hent, er eitt álitisbrot.

­– Vit hava latið tað upp í hendurnar á læknunum at gera av, hvør skuldi koppsetast fyrst og tí er tað ørkymlandi, at fólk, sum at síggja til, eru frísk, verða tikin fram um onnur.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá á FM1.