Landsdemenssamskiparar um alt landið

Landsdemenssamskiparar skulu setast í øllum økjum í landinum.


Framvegis eru tað bert nøkur útvald øki í landinum, sum hava landsdemenssamskipara, hvørs uppgáva er at hava samband við demensrakt og avvarðandi. Hetta ger, at stórur munur er á tænastunum kring landið. Høvuðsstaðurin, Sandoyggin og Suðuroyggin hava framvegis ikki fingið landsdemenssamskipara, tí landið enn ikki hevur játtað neyðuga peningin. Ein slík støða kann als ikki góðtakast og skal broytast, ongantíð ov skjótt. 


Í Føroyum hava eini 850 fólk okkurt slag av demensi, harav Alzheimer er ein formur. Økið er vitanartungt og komplekst og krevur servitan um sjúkuna. Demensur rakar hart hjá bæði sjúkum og teirra avvarðandi.


Relatiónsarbeiði sum heild setir høg krøv til starvsfólkini, og umsorganarmøði og strongd kunnu elva til, at tey brenna út. Landsdemenssamskiparar eru eisini partur av einum betri arbeiðsumhvørvi.


Stórur munur er á tilboðum til demensrakt undir 67 ár og yvir 67 ár. Fært tú demens, áðrenn tú fyllir 67, ert tú í eini nógv verri støðu, enn um tú ert 67 og eldri, tá tú kemur undir eldraøkið, sum kommunurnar hava ábyrgd av. Hetta er ikki nóg gott, og tí eiga kommunurnar at taka ábyrgdina av øllum demensøkinum.


Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir løgtingsvalið 8. desember.

 



Kristianna Winther Poulsen,

 

valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið