Í dag, 23. februar, eru 100 ár síðan Dronning Alexandrines Hospital - í dag nevnt Landssjúkrahúsið - varð tikið í nýtslu í 1924.
Í hinari øldini kom tað nakrar ferðir fyri, at Dronning Alexandrines Hospital var eitt motiv á postkortum.
Her eru nøkur dømi:
Postkort frá 1920-unum
Postkort hjá forlagnum, Stenders
"Thorshavn. Dronning Alexandrines Hospital. 9 små motiver" er teksturin til hetta serliga postkortið
Postkort hjá J. C. Olsen: Alexandrine, drotning (1879-1952) í íslendskum tjóðbúna. Hon var drotning Íslands millum 1912 og 1944. Eingin mynd er tøk av henni í føroyskum tjóðbúna.