Langur leygardagur í fótbóltinum

Fyrsta bríksl verður klokkan 13 og sjey tímar seinni verður síðsta bríksl í grannauppgerðini í Gundadali

Dagurin í dag verður langur í fótbóltinum. At landsdystur ímóti Kekkia verður um eina viku er orsøkin til, at fýra dystir eru longu í dag, og at einasti dystur í morgin verður tann á Argjum, har AB fær vitjan av ÍF.

 

Festivalurin í Sørvági er orsøk til, at fyrsta bríksl á Dungasandi verður klokkan 13, tá ið 07 Vestur fær vitjan av Víkingi.

 

Tveir dystir vera klokkan 17, tá ið KÍ fær vitjan av TB, og EB/Streymur fær vitjan av B68.

 

Og so verður grannauppgerð í Gundadali klokkan 18, tá ið HB eigur heimavøll ímóti B36.

 

 

 

KÍ – TB: Rúni Olsen kl. 17.00

 

EB/Streymur – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

 

07 Vestur – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 13.00

 

HB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

 

Í morgin

 

AB – ÍF: Petur Reinert kl. 15.00

 

 

 

13130039739
HB13102135632
B36131003291330
Víkingur13634261521
07 Vestur12516191916
B6812255112111
EB/Streymur1231882410
ÍF1230912269
TB122376299
AB1201113281