Leiðari fyri kent orkestur fingið fótin

Andreas Vetö hevur mist starvið sum leiðari fyri Danmarks Underholdningsorkester

Andreas Vetö fer úr starvinum sum leiðari fyri Danmarks Underholdningsorkester eftir fleiri mál um óhóskandi atburð.

 

Tað skriva Politiken og Berlingske, og Andreas Vetö váttar eisini uppsøgnina á sosiala miðlinum LinkedIn. Har takkar hann fyri tíðina í orkestrinum.

 

– Eg eri sera harmur um tey mistøk, sum eg havi gjørt. Eg fari at læra av hesum og at arbeiða við tí, skrivar Andreas Vetö.

 

Sambært Berlingske hava fleiri starvsfólk kært atburð hjá Andreas Vetö. Eitt nú hevur hann sent ópassandi sms-boð til eitt starvsfólk, og hann hevur sett seg í samband við kvinnulig starvsfólk í privatum samanhangi, hóast tær ikki ynsktu tað – og høvdu sagt frá.

 

Nevndarformaðurin fyri Danmarks Underholdningsorkester sigur við Berlingske og Politiken, at nevndin hevur sæð samskiftið hjá Andreas Vetö.

 

– Vit halda at boðini, sum eru ósømilig, ikki eru sambærilig við starvið sum stjóri í Danmarks Underholdningsorkester, sigur Lars Barfoed við bløðini.

 

Politiken veit at siga, at Andreas Vetö áður hevur fingið átalu frá nevndini fyri atburð sín.

 

Danmarks Underholdningsorkester var stovnað í 1939 og hevur áður verið knýtt at Danmarks Radio. Lutvíst er tað eitt symfoniorkestur og lutvíst eitt orkestur, sum kann spæla undir til konsertir við populertónleiki. 42 tónleikarar eru í orkestrinum.

 

Andreas Vetö, sum er 38 ára gamal, hevur verið stjóri fyri Danmarks Underholdningsorkester síðani 2017. Áður hevur hann starvast í Odense Symfoniorkester, DR Big Band og Tivoli Copenhagen Phil.