Leiðarin á amerikansku herstøðini í Grønlandi, Pituffik-basanum, sum áður varð kallað Thule-støðin, hevur fingið sekkin.
Tað veit Sermitsiaq at siga í morgun.
Tað er Susannah Meyers, sum hevur verið leiðari á støðini. Sambært grønlendsku heimasíðuni byggja amerikansku myndugleikarnir avgerðina á vantandi álit.
Hetta hendir nakrar vikur eftir, at amerikanski varaforsetin, J.D Vance, vitjaði í Grønlandi og á amerikansku Pituffik-støðini.
Space Operations Command upplýsir, at tað eru leiðaraevnini hjá Susannah Meyers, sum spurnartekin verður sett við.
- Leiðarin eigur at fylgja hægstu standardum, serliga tá tað ræður um at vera uttanveltað í tænastuni, verður sagt í útsøgnini.
Undir vitjanini hjá J.D Vance fanst varaforsetin í einari røðu at Danmark, og røðuna helt hann fyri starvsfólkum á Pituffik-støðini.
Her segði J.D Vance eitt nú, at Danmark ikki brúkar nóg mikið av pengum til trygdina í økinum.
Danski uttanríkisráðharrin helt ikki nógv um hesar útsagnir hjá amerikanska varaforsetanum.
- Soleiðis verður ikki tosað millum sameindar, segði uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
Eftir vitjanina hjá amerikanska varaforsetanum í Grønlandi, sendi Susannah Meyers ein teldupost til starvsfólk á støðini.
Í teldupostinum skrivaði hon, at tað, sum Trump-umsitingin er komin við, ikki endurspeglar meiningina hjá leiðsluni á Pituffik.
Sermitsiaq endurgevur Military.com fyri hesar útsagnir.
- Útsagnir, sum undirgrava skipanarlinjurnar ella dagsskránna hjá Donald Trump, forseta, verða ikki góðtiknar, sigur talsmaðurin, Sean Parnell, sambært New York Times.
##med2##