Leita eftir 14 milliónum til føroyskt grønmeti

Føroyar skulu blíva sjálvforsýnandi við grønmeti. Tað er ein dreymur hjá Jesper Markling og Jesper Svenningsen, sum saman reka grønmetisfyritøkuna Næla.

Næla er ein føroysk fyritøka, sum nýtir væturøkt í framleiðsluni av ymiskum sløgum av grønmeti og kryddurtum. Við hesum kann Næla bjóða feskt, vistfrøðiligt, føroyskt grønmeti alt árið, og sum bæði er heilsu- og dygdarbetri enn innflutta grønmetið.

 

Men fyri at røkka málinum um at fáa Føroyar sjálvforsýnandi, er neyðugt at framleiða nógvar ferðir meira, enn framleitt verður í dag. Tí er dreymurin nú at byggja eitt risastórt framleiðsluhøli á 1000 kvadrametrar.

 

Tað kostar, og tí hevur Næla tørv á 14 milliónum.

 

– Um vit kunnu byggja eitt so stórt framleiðsluhøli, kunnu vit framleiða umleið 12.000 grønmeti til føroyingar um vikuna, sigur Jesper Markling, sum til Tonik presenteraði hesa ætlan.

 

– Pengarnar skulu vit brúka til framleiðsluútgerð, reinrúm, lampur og alt sovorðið. Vit hava ikki 14 milliónir, so tí leita vit eftir forvitnum íleggjarum, sum vilja vera við til at dríva eina sunna forrætning, sigur hann við Dimmalætting.

 

– Við tí røttu útgerðini kunnu vit framleiða heilt fantastiskt grønmeti. Tað verður uttan pesisidir, sum millum annað ger, at man sleppur frá at vaska grønmetið, tí tað er so reint.

 

Hjálp frá politikarum

 

Jesper Markling vónar, at føroysku politikararnir fara at síggja eitt størri virði í føroyskari grønmetisframleiðslu.

 

– Hetta vinnur fram í allari verðini. Og tað gevur ordiliga góða meining fyri føroyingar at satsa meira uppá hetta, sigur við Dimmalætting.

 

– Føroyska stjórnin átti tí kanska at lagt pening til síðis, sum kann tryggja framleiðsluna eitt hálvt ár í framtíðina, sigur hann og vísir á, hví tað er umráðandi ikki at vera for bundin at innfluttum vørum:

 

– Um eitt skip er burtur í tríggjar dagar, so sær tað skjótt tunt út í matvøruhandlunum.

 

Hetta fer eisini at loysa seg búskaparliga, vónar Jesper Markling.

 

– Um vit klára at fáa hesa framleiðsluna upp at standa, koma vit at brúka 1 prosent av orkuni í Føroyum, og fáa eina streymrokning á umleið 300.000 um mánaðin. So man kann eisini argumentera fyri, at vit kunnu taka nakað av grøna streyminum, tá tað loypir av sum partur av framtíðar vindmyllum. Tí raka vit kanska eisini gott við timingini, sigur hann við Dimmalætting.

 

##med2##