Liðið hjá Áslu tapti og liðið hjá Jóhonnu vann

Piteå er í einari keðiligari gongd, meðan Häcken er í einari góðari gongd

Tíðliga seinnapartin spældu landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagar hennara ein sera torføran dyst á útivølli móti oddaliðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Hammarby.

 

Hammarby vann dystin 2-1. Hamarby skoraði beint undan og beint eftir steðgin. Wilma Carlsson fekk minkað um munin fyri Piteå beint undan dystarenda.

 

Ásla var á vøllinum í 80 minuttir í dag. Piteå er nummar 11 í deildini við átta stigum fyri átta dystir. Talan var um triðja tapið á rað hjá Piteå.

 

Jóhanna Fossdalsá Sørensen var á vøllinum allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í Häcken á heimavølli vunnu stórsigur 6-1 (2-0) á Alingsås.

 

Häcken er triðfremst í deildini við 15 stigum. Tær eru fýra stig aftanfyri oddaliðið, Hammarby. Talan var um annan sigurin á rað hjá Häcken. 

 

Komandi leygardag spælir Häcken dyst á útivølli móti Rosengård. Dagin eftir tekur Piteå móti Linköping á heimavølli.