Ígjár endaði kappingarárið í bestu svensku fótbóltsdeildini eydnusamt fyri høvuðsvenjaran, Mikkjal K. Thomassen og hansarar leikarar í AIK Stockholm.
Við 5-1 (3-1) sigri á Halmstad tryggjaði AIK sær triðja plássið beint frammanfyri nøsini á arvafíggindanum, Djurgården. Tískil sleppur AIK at royna seg í Conference League undankappingini komandi summar.
37.229 áskoðarar sóu dystin millum AIK og Halmstad á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi.
AIK hevur havt eitt áskoðarasnitt hetta kappingarárið, ið er 28.589 áskoðarar. Talan er um eitt nýtt áskoðaramet í svenskum fótbólti.
##med2##