Liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm er framvegis ósigrað aftaná trý tey fyrstu umførini í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.
Í kvøld megnaði liðið hjá Mikkjali javnleik 0-0 á heimavølli móti verandi meistarunum og meistaraskapsfavorittunum, Malmö FF. Malmö hevði eisini eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin á AIK í kvøld.
Malmö hevði bóltin 67 prosent av tíðini, men AIK hevði fleiri naskar málroyndir enn meistararnir.
28.472 áskoðarar sóu dystin á Strawberry Arena leikvøllinum.
AIK Stockholm er næstfremst í deildini við sjey stigum fyri tríggjar dystir. Teir hava sama stigatal sum Malmö. Hammarby er fremst í deildini við níggju stigum.
Páskadag klokkan 13 spælir AIK dyst á útivølli móti Öster.