Lív og virki hjá Jóan Peturi Uppi í Trøð

Eftir kvøldsetuna í Frøishøllini verður høvi at vitja húsini og savnið, har Jóan Petur vaks upp og búði sum vaksin

Mikukvøldið hin 23. apríl klokkan 19 verður kvøldseta í Frøishøllini í Kvívík við forkunnugum fyrilestri, sangframførslum og øðrum, sum er tengt at Jóan Peturi Uppi í Trøð og tíðini, hann livdi og virkaði í Kvívík seinna partin av 1800-talinum.   

 

- Kvøldsetan verður samstundis ein markering av, at húsini, har Jóan Petur vaks upp og búði sum vaksin, nú eru endurreist og standa sum ein virðiligur varði og savn yvir rithøvundan og skaldið, Jóan Petur Uppi í Trøð.   

 

Tað er Grækaris Joensen, sum hevur staðið fyri at endurreisa gomlu húsini. 

 

##med2##

 

- Eftir kvøldsetuna í Frøishøllini verður høvi at vitja húsini og savnið, og her verður eisini  okkurt gott til matna, siga tey í Kvívíkar Sóknar Fornminnisfelag.