Liverpool flopp aftur til Týsklands

Premier League: Naby Keita skuldi verða nýggja stjørnan hjá Liverpool

Týska felagið Werder Bremen hevur gjørt ein trý ára sáttmála við 28 ára gamla Naby Keita. Sáttmálin við Liverpool bleiv ikki longur og tí er miðvallarin sáttmálaleysur og kann skifta ókeypis.

 

Naby Keita fekk sítt gjøgnumbrot í RB Leipzig í Týsklandi. Hann skifti í 2018 til Liverpool fyri yvir 400 milliónir krónur. Hann fekk legendariska 8-talið, men livdi aldrin upp vónirnar.

 

Serliga eru tað skaðarnir, sum hava gjørt at viðhaldsfólk hjá Liverpool ikki eru so kedd av at tekniski miðvallarin nú er farin. Góður á einum góðum degni, men skaddur ein stóran part av tíðini.

 

Ein søga sigur, at kroppurin hjá Naby Keita ikki tolir harða og orkuríka spælistílin hjá Liverpool. Liverpool hevur keypt argentinska heimsmeistaran Alexis Mac Allister í hansara stað.