Ein nýggj statuskanning kemur til ta niðurstøðu, at lívmóðurhálskrabbi er nær við at verða útruddaður í Danmark.
Í 2040 kunnu so fáar kvinnur verða raktar av sjúkuni, at hon í roynd og veru verður mett at vera útruddað.
Tað skrivar danska krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi.
- Í 1960-árunum var lívmóðurhálskrabbi tann triðvanligasta krabbameinssjúkan hjá kvinnum. Í dag er tað nummar 13, sigur Janne Bigaard, yvirlækni og verkætlanarleiðari í danska krabbameinsfelagnum.
Hetta kemst millum annað av góðu undirtøkuni fyri HPV-koppseting og luttøku í screening fyri lívmóðurhálskrabba.
Danmark nærkast markinum hjá WHO fyri at beina burtur lívmóðurhálskrabba.
Tað er definerað sum minni enn fýra tilburðir fyri hvørjar 100.000 kvinnur.
/Ritzau/