– Vit høvdu eina góða samrøðu, har vit m.a. umrøddu støðuna í Grønlandi, og í hvønn mun samstarvið millum Føroyar og Grønland kann styrkjast og mennast komandi árini. Tað hevur týdning fyri meg at siga beinleiðis við stjórnina í Grønlandi, at Føroyar standa lið um lið við Grønland og at grønlendska fólkið – og eingin annar - eigur avgerðina um framtíðina hjá Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Harumframt segði løgmaður, at hann gleðir seg at taka ímóti nýggja landsstýrisformanninum á ríkisfundinum og fundinum í samstarvsráðnum, sum verður í Føroyum í summar.