Í dag, sunnudagin 13. November, verður Jógvan á Lakjuni í Fuglafirði 70 ár. Hann er læraralærdur og undirvísti í nógv ár í Fuglafirði og á Kambsdali, og so er hann løgtingsmaður og løgtingsformaður.
Kanska eigur beinanvegin at verða gjørt við, at Jógvan og undirritaði hava verið vinmenn í eina hálva øld. Vit hittast og hoyrast ikki dagliga og heldur ikki hvønn mánað, men gamal vinskapur er ikki at síggja burtur frá.
Vøggan stóð í Fuglafirði. Hann er tann fjórði av teimum seks dreingjunum hjá Miu og Jákupi Oluf á Lakjuni í Fuglafirði. Foreldrini vóru bæði fuglfirðingar, og dreingirnir eru Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva í heimbygdini.
Pápin var sjómaður og trolaraskipari. Hann var stýrimaður við Skálabergi, sum Kaj Johannesen førdi, og seinni førdi hann Ólav Halga, sum fuglfirðingar áttu. Sum aðrar sjómanskonur var luturin hjá Miu at ala dreingirnar upp í heimi, har gestablídni var stórt, og har tað varð fylgt væl við í samfelagsviðurskiftum og tilvitanin um at vera fuglfirðingur varð dyrkað. Jógvan er ítróttarhugaður, og hann var við, tá ið ÍF í 1971 á fyrsta sinni royndi seg í bestu fótbóltsdeildini.
Eftir at hava lokið realprógv í 1969 var Jógvan skipsmaður í trý ár. Hann sigldi við trolarunum Sundabergi og Ólavi Halga. Í 1972 fór Jógvan á læraraskúlan, har hann leyk prógv í 1977. Tá flutti hann aftur til Fuglafirðar at vera lærari, og hann undirvísti í skúlanum í heimbygdini fram til 1989, tá ið hann varð lærari í handilsskúlanum, sum tá fór undir dagskúla í Fuglafirði og árið eftir flutti í nýggjan skúla á Kambsdali. Jógvan tók fleiri skeið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum og undirvísti í handilsskúlanum í móðurmálinum, sum hann er ógvuliga kønur í.
Jógvan giftist í 1976 Odvør ættað úr Havn og dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson. Tey eiga fimm børn: Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal. Bárður býr í Leirvík, og hini búgva í Fuglafirði. Odvør og Jógvan eru ríkað við 16 barnabørnum – 8 gentum og 8 dreingjum. Meðan børnini vóru smá, var Odvør heima, og Jógvan tók eyka tøk á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú var hann til skips nógvar summarfrítíðir, og hann hevur so mangan tikið til, hvussu fegin hann er um at hava verið skipsmaður, og at førningurin, sum hann har fekk, eisini í politiska lívinum hevur havt stóran týdning.
Føðingardagsbarnið er fjølgávaður maður. Sangur og tónleikur hevur altíð verið frammarlaga. Tá ið hann var landsstýrismaður í mentamálum, heitti hann á skúlarnar um at skipa so fyri, at børnini sungu nógv. Tá fortaldi hann, hvussu stóran týdning tað hevði havt í hansara skúlatíð, at lærarnir løgdu soleiðis til rættis, at tað varð sungið nógv í føroyskum, donskum og hinum fremmandamálunum, og at tað hevur verið góður lívsførningur at duga nógvar sangir uttanat. Serliga eru tað Herluf Berthelsen og Arnold Abrahamsen, sum Jógvan plagar at siga vóru óførir at syngja saman við næmingunum í skúlanum í Fuglafirði. Eisini kennir hann sangir og kór at vera serliga kærir skattir, sum vórðu sungnir í sunnudagsskúlanum og á møtum í samkomuni Siloa.
Lestrarárini í høvuðsstaðnum sang Jógvan í sangkórinum í Ebenezer og í Nikodemussangbólkinum hjá M. C. Restorff. Hann var við á LP plátum, og eftir at vera fluttur aftur til Fuglafirðar var Jógvan sera virkin í sangi og tónleiki. Saman við Frits Johannesen og yngsta beiggjanum Eyðuni hevði hann tiltikna gentukórið. Jógvan er innarlaga í føroyskum skaldskapi, og hann hevur sett løg til nógvar yrkingar, sum gentukórið sang, og sum eru vorðin fólkaogn. Eitt nú Gakk tú tryggur hjá Hans Andreas Djurhuus, sum einaferð varð sagdur at vera mest sungni sangur yvirhøvur í Føroyum. Jógvan syngur framvegis nógv, og fyri 10 árum síðani, tá ið hann fylti 60, góvu hann og sonurin Bárður fløgu út.
Í samkomuni í Siloa er Jógvan fastur fúsur. Hann stuðlar bróðrinum Eyðuni, sum hevur leitt Siloakórið síðani 1988, hann hevur gentukór, har hann syngur saman við abbadøtrum og øðrum smágentum, og so spælir hann eitt kvøld aðru hvørja viku undir, tá ið andakt er í eldrasambýlinum Vesturstovu. Saman við Eyðuni var Jógvan stigtakari, tá ið sangbólkurin Bros í áttatiárunum gav band út við framúr vøkrum sangi.
Tá ið Nýggja Sangbók Guds Fólks varð fyrireikað og givin út í 2015 var Jógvan drívmegin í nevndararbeiðnum.
Á løgtingsvalinum í 1988 var Jógvan fyrstu ferð á listanum hjá fólkaflokkinum í Eysturoy. Hann fekk næstflestar atkvøður, og tá ið Olaf Olsen á sumri í 1989 varð landsstýrismaður, avloysti Jógvan hann í tinginum. Næstu árini var hann av og á avloysari í tinginum, og síðani løgtingsvalið í 1998 hevur hann verið valdur tingmaður. Undan fólkatingsvalinum fyri stuttum segði Jógvan, at tað var síðsta valið, sum hann bjóðaði seg fram til.
Í politikki fjalir løgtingsformaðurin ikki, at hann er konservativur, og hann hevur altíð verið forsprákari fyri, at tað í stevnuskránni hjá fólkaflokkinum var greitt orðað, at flokkurin er konservativur. Seinnu árini hevur Jógvan verið millum tey fremstu í tinginum, tá ið eitt nú fosturtøka og spurningurin um samkynd hava verið viðgjørd, og eingin ivast í, hvør støðan hjá honum er.
Tá ið Jóannes Eidesgaard, sum Jógvan í síni tíð gekk í læraraskúla saman við, í 2004 varð løgmaður í samgonguni millum javnaðarflokkin, fólkaflokkin og sambandsflokkin, varð Jógvan landsstýrismaður í mentamálum. Undanfarnu árini høvdu verið nógvar byltingar á hesum málsøkinum og nógvar skiftingar í landsstýrissessinum. Jógvan var landsstýrismaður alt valskeiðið, og millum tey í ráðnum var skoðsmálið, at hann hevði gott hegni at røkja fremstu uppgávuna hjá landsstýrismanninum, sum er at syrgja fyri, at tað er undirtøka í løgtinginum fyri tí, sum ráðið og landsstýrismaðurin spæla út við, og sum er grundað í samgonguskjalinum.
Tað var meðan Jógvan var landsstýrismaður, at fólkakirkjan á ólavsøku í 2007 varð yvirtikin. Í tí sambandi var neyðugt við nógvum fyrireikingum og samskifti við biskup og fólkakirkjuna, og tað varð sagt at ganga væl hjá Jógvani, sum hevur góð evni at samskifta, samstundis sum hann kann vera ógvuliga avgjørdur, tá ið tað snýr seg um at verja tað, sum hann setur høgt.
Eftir løgtingsvalið í 2011 varð Jógvan valdur at vera løgtingsformaður, og eftir valið í 2019 varð hann aftur valdur at vera løgtingsformaður. Uppgávuna at vera løgtingsformaður hjá øllum tinginum – ikki bara hjá samgonguni – hevur hann roynt at taka í størsta álvara, og løgtingsformaðurin roynir at stýra orðaskiftunum við tilvitan um, hvussu týdningarmikið tað er, at tingfólk fáa høvi at skifta orð hvør við sínum nevi og stíli, og at tignin, sum eigur at vera yvir arbeiðnum hjá teimum fólkavaldu, verður varðveitt.
Jógvan var ein av teimum, sum avgjørdur talaði ímóti, tá ið løgtingið í 2007 samtykti at broyta valskipanina, soleiðis at farið varð frá sjey valdømum og til eitt valdømi. Merkisvert er tað, at síðani Føroyar vóru eitt valdømi, hevur Jógvan verið ein av teimum, sum hevur fingið lutfalsliga stóra undirtøku í høvuðsstaðnum, í Klaksvík og eisini so nógva aðra staðni kring landið. Síðsta dømið um hetta var á fólkatingsvalinum næstsíðsta mánadag, tá ið tingformaðurin var toppskorari á listanum hjá fólkaflokkinum við 683 atkvøðum ella nett sama atkvøðutalinum, sum hann í 2019 varð valdur í løgtingið við.
Nú undan tíðindunum klokkan 14 spældi útvarpið sangir hjá Jógvani á Lakjuni, og millum hesar var nýggj upptøka av nýggjari útseting – millum annað við strúkarum – av Nú farast allar rósur, sum Ismar Joensen í Fuglafirði yrkti, og sum Jógvan setti lag til.
Vónandi fer hann, nú hann leggur frá sær í politikki, at gera meiri við sangin og tónleikin, og kanska fer hann at komponera fleiri løg, sum fjøldin fer at taka til sín. Royndirnar siga, at tað liggur væl fyri hjá honum.
Hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum góði Jógvan og takk fyri góðan vinskap og samstarv, síðani vit fyri meiri enn fimmti árum síðani, í 1972, hittust undir lestri í høvuðsstaðnum. Jóannes Hansen