Eina viku frá 4. mai væntar Los Angeles Havn at fáa upp til 35 prosent minni farm í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Tað sigur havnarstjórin, Gene Seroka.
- Nógvir handlar og framleiðarar hava trýst á stopp-knøttin og steðgað øllum sendingum úr Kina, sigur Seroka.
Kina er tað landið, sum hevur verið harðast rakt av innflutningstollinum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt á útlendskar vørur.
Á summum vørum úr Kina er tollurin 145 prosent. Kina hevur svarað aftur við at seta ein toll á 125 prosent.
Saman við grannahavnini Long Beach er havnin í Los Angeles tað havnarøkið í USA, sum tekur ímóti flest vørum úr Kina og restini av Asia.
Havnin í Los Angeles er tann havnin, har mest er at gera í USA, stendur á heimasíðuni hjá havnini.
Larmurin er tó minkaður, sigur Seroka, júst sum talið av kranum, sum lossa íløt úr Asia, er minkað.
- Tú hoyrir eina knappanál detta, og tað er sera óvanligt, sigur Seroka.
Havnin í Long Beach væntar, at innflutningurin minkar upp til 30 prosent í mai, upplýsir stjórin í havnini, Mario Cordero.
Hetta fer at hava við sær eykakostnað, sum fer at ávirka handil um alt USA.
- Tað er ikki bara ein trupulleiki fyri Vesturstrondina.
- Tað ávirkar allar havnir, antin tað er eystanfyri ella í Meksikanska Flógvanum, sum Trump hevur avgjørt at verða kallað Amerikanski Flógvin, sigur Mario Cordero og vísir til eina kunngerð, sum Trump skrivaði undir í januar.
Har stóð, at Meksikanski Flógvin nú alment eitur Amerikanski Flógvin í USA.
Prísirnir fara at hækka fyri amerikanska brúkaran, sigur Seroka.
- Kortini er prísurin á eini vøru, sum er framleidd í Kina, nú 2,5 ferðir dýrari enn hann var í farna mánaði, stendur í fráboðanini.
Undir valstríðnum í fjør lovaði Trump, at hann fór at seta toll á vørur úr øðrum londum.
Fyrst í árinum sóu Los Angeles Havn og Long Beach Havn amerikanskar fyritøkur gera stór keyp í roynd at forða fyri tolli.
/Ritzau/AFP