- Eg haldi, at tær myndir, vit hava sæð av fiski av Føroyabanka, eru tey ringastu dømini - ella tað ringasta av tí ringa. Men, tað er rætt, at hvørki hýsa ella toskur eru væl fyri á Bankanum í løtuni.

Loysir seg ikki at fara á Føroyabanka í løtuni

- Tað er nógvur fiskur at fáa, men fiskurin er rak, og prísurin er lágur, bæði á toski og hýsu. Hinvegin hava vit ikki sæð nógvar slánar uppi í veiðini, sigur Janus Sørensen.

- Eg haldi, at tær myndir, vit hava sæð av fiski av Føroyabanka, eru tey ringastu dømini - ella tað ringasta av tí ringa. Men, tað er rætt, at hvørki hýsa ella toskur eru væl fyri á Bankanum í løtuni.

Tað er komð óvart á mong, serliga okkum landkrabbar, at fiskurin á Føroyabanka ikki er væl fyri.

 

Eitt er, at fiskurin er heldur rak eftir gýting, men tað, sum menn, ið hava verið á Bankanum hesa seinastu tíðina, hava staðfest, er, at bæði hýsa og toskur eru verri fyri í ár enn somu tíð í fjør.

 

Hinvegin er framvegis nógvur fiskur á Bankanum. Her er eisini meira toskur enn undanfarin ár, og her eru rættiliga stórar nøgdir av hýsu. Tað er greitt, nú fleiri bátar hava gjørt stórar setur á Føroyabanka.

 

Útróðrarbáturin Brandur, sum Janus Sørensen á Viðareiði, eigur og rekur, hevur higartil gjørt tveir túrar á Bankanum. Teir egna í landi, og tí hava teir bara eina setu hvønn túrin.

 

- Vit settu 66 stampar hvønn túrin. Hin fyrra túrin høvdu vit 18.300 pund, meginparturin hýsa, men 2000 pund vóru av toski. Hin seinna túrin høvdu vit 25.000 pund, og tá høvdu vit eisini 2000 pund av toski.

 

Janus Sørensen letur væl at fiskiskapinum, tí hin seinna túrin høvdu teir ikki minni enn sløk 400 pund á línuna.

 

- Jú, fiskurin sum heild er heldur rak, og hann er verri fyri enn somu tíð í fjør. Hetta er galdandi fyri bæði hýsu og tosk. Tó skal sigast, at vit hava ikki sæð nógvar slánar uppi í veiðini.

 

##med2##

 

Hann heldur fyri, at tær myndir, sum hava verið at sæð av fiski, sum er veiddur á Føroyabanka, eru tey ringastu dømini - ella tað ringasta av tí ringa, sum hann tekur til.

 

- Men, tað er rætt, at hvørki hýsa ella toskur eru væl í holdum í løtuni. Vanligt er, at fiskurin er rak eftir gýting, og soleiðis er eisini aðrastaðni inni á landgrunninum.

 

Janus Sørensen sigur, at tað hevur gingið so mikið nógv út yvir fiskaprísin, at fiskurin ikki er betur fyri í løtuni, at prísirnir bæði á toski og hýsu eru lækkaðir tað mesta av 10 krónum fyri kilo.

 

- Vit eiga nakrar dagar eftir á Føroyabanka, men vit fara at goyma hesar til seinni, tá fiskurin vónandi verður betur fyri aftur, og fiskaprísurin vónandi eisini verður hareftir.

 

Tað er nógvur fiskurin á Bankanum og royndi útóðrarmaðurin á Viðareiði, sum eigur Brand, heldur, at best hevði verið, um veiðan, sum hevur verið Føroyabanka seinastu tíðina, helt fram.

 

- Um tað vísir seg, at fiskinum vantar føði, ger tað neyvan støðuna betur, um bátarnir gevast at fiska. Men, soleiðis sum prísurin er í løtuni fyri fisk av Bankanum, er tað ikki serliga hugaligt at brúka allar dagarnar nú.

 

Janus Sørensen sigur, at tað er nógv meira toskur uppi í veiðini á Føroyabanka nú, enn tað var í fjør, og tað hevur sum heild verið stórur toskur, sum bátarnir hava fingið.

 

- Jú, onkur slánur hevur verið uppi í veiðini, men teir hava ikki verið nógvir. Tað vísir seg serliga, at tað er tann stóra hýsan, sum er rak, meðan hin smáa hýsan at síggja til er betur fyri, leggur hann aftrat.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Eg haldi, at tær myndir, vit hava sæð av fiski av Føroyabanka, eru tey ringastu dømini - ella tað ringasta av tí ringa. Men, tað er rætt, at hvørki hýsa ella toskur eru væl fyri á Bankanum í løtuni.

- Vit eiga nakrar dagar eftir, sum vit fara at goyma til seinni, tá fiskurin vónandi verður betur fyri.