Macron: Frakland fer at viðurkenna palestinska ríkið

Neyðhjálpin til Gaza hevur skund, sigur Macron. Síðani vápnahvíld, avmilitarisering - og ein palestinskur statur.

Naima Abu Ful vísir fram sín tvey ára gamla hungraða drong, Yazan, heima hjá teimum í flóttafólkaleguni Shati í Gaza-býnum. - Mynd: Jehad Alshrafi/Ritzau Scanpix

Frakland fer at viðurkenna ein palestinskan stat, skrivar Emmanuel Macron, forseti, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X hóskvøldið.

Formliga fráboðanin kemur á aðalfundinum hjá ST í september, skrivar hann víðari.

- Friður er møguligur, skrivar Macron.

- Tað mest átrokandi í dag er at steðga krígnum í Gaza og tryggja neyðhjálp til sivilfólkið.

Síðani skal vápnahvíld gerast og tryggjast avmilitarisering av Hamas, stendur víðari.

- At enda skal staturin Palestina byggjast upp, tryggjast liviføri hansara, og hann skal fáa møguleikan fyri, at hann - við at góðtaka avmilitarisering og viðurkenna Ísrael til fulnar - kann stuðla undir trygdina hjá øllum í Miðeystri, skrivar forsetin.

- Tað er einki alternativ.

Boðini frá Macron vóru væntandi. Bæði hann og franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, hava seinastu mánaðirnar ávarað um, at tað var á veg.

Altjóða er vaksandi atfinningar móti Ísrael vegna hungursneyð, sum ger um seg í Gazageiranum.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

 

 

Naima Abu Ful vísir fram sín tvey ára gamla hungraða drong, Yazan, heima hjá teimum í flóttafólkaleguni Shati í Gaza-býnum. - Mynd: Jehad Alshrafi/Ritzau Scanpix