Tíðin er komin til, at føroyingar sláa manngarð um Sev.
Eitt er, at privatir kunnu bjóða seg inn á netið, men tá løgtingsfólk vilja lima felagskapin sundur, so eigur ein og hvør at síggja, at her er galið.
Sannleikin er, at teirra ætlan fer at enda við einari fullkomnari privatisering av allari el-framleiðsluni í Føroyum.
Um veljarin ikki gevur hesum ans, so er endin tann, at føroyingar, eins og evropearar, mugu sløkkja køliskápið, tí tað er for dýrt at halda mjólkina kalda.
So einfalt er tað.
Henrik Old,
valevnið fyri Javnaðarflokkin