Fáur persónur hevur meira fingurin á pulsinum enn Fabrizio Romano, tá um altjóða fótbólt ræður.
Nú veit Fabrizio Romano frá at siga, at gamli liðfelagin hjá Lionel Messi á argentinska landsliðnum og í FC Barcelona, Javier Mascherano skal vera høvuðsvenjari hjá Lionel Messi og hansara liðfeløgum í Inter Miami í bestu amerikonsku fótbóltsdeildini.
Verjukendi miðvallarin, Javier Mascherano spældi millum 2003 og 2018 heilar 147 landsdystir fyri Argentina. Millum 2010 og 2018 var hann eisini ein hollur liðfelagi hjá Lionel Messi í FC Barcelona.
Javier Mascherano hevur síðani 2021 verið landsliðsvenjari hjá argentinska U20-landsliðnum.
Tey farnu tvey árini hevur 62 ára gamli argentinin, Gerardo “Tata” Martino verið høvuðsvenjari hjá Inter Miami. Men hann ætlar sær aðrar leiðir, og tí kemur Javier Mascherano inn í myndina.