Sigrar til tvey føroyingalið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Bæði Valur og Afturelding vunnu í kvøld

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld, og eydnaðist tað báðum liðunum at vinna sínar dystir.

 

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu á útivølli 33-29 á Haukum. Í steðginum var Valur á odda 18-14.

 

Bjarni var næstbesti málskjúttin hjá Vali við fimm málum. Allan skoraði eitt mál í kvøld.

 

Afturelding við Sveini Olafssyni og uttan Hall Arason vann á heimavølli 32-28 á Gróttu á heimavølli. Í steðginum var Afturelding á odda 18-14.

 

Tað hugaliga er, at tvey føroyingalið eru millum trý tey fremstu liðini í deildini.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1FH11812332:2904217
2Afturelding11812355:3074817
3Valur11722350:3173316
4Fram11713363:3283515
5Haukar11524348:3163212
6ÍBV11515343:346-311
7Stjarnan11425308:320-1210
8Grótta11416311:329-189
9KA11317301:348-477
10HK11317323:330-77
11Fjölnir11308291:347-566
12ÍR11218340:387-475