Íslendski filmurin Missir í Havnar Bio í morgin

Filmurin er upptikin í Føroyum.

Íslendski framleiðarin, Fríðrik Þór Fríðriksson, sum í 1992 varð Oscartilnevndur fyri vakra filmin Börn náttúrunnar, sigur, at Føroyar vórðu valdar sum upptøkustaður, tí tær verða nevndar í skaldsøguni hjá Guðbergi Bergsson, sum filmurin byggir á, og eisini eitir Missir.

 

- Hugskotið var at lata Reykjavík standa gráan og keðiligan, meðan Føroyar tónaðu fram sum grønar og vakrar oyggjar, sigur Fríðrik, sum leggur afturat, at alt í Føroyum gekk væl í hond, wonderful and nice, sum hann sigur.

 

Friðrik, ella Frikki millum vinir, er ein av mesta etableraðu filmsframleiðarum og leikstjórum í Íslandi. Í 1989 vitjaði hann fyrstu ferð í Føroyum. Tað var saman við Einari Kárasson, sum hevði skrivað søguna Skytturnar, um tveir stórhvalastingarar, sum koma í land. Fríðrik gjørdi søguna til film og vann fyrstu virðisløn á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck.

 

Spurdur, um hann hevur hug at koma aftur til Føroya at gera film, sigur hann, játtandi, at ”Tað vildi eg fegin, gjørt ein film í Føroyum. Men tit mugu vera varin, ikki at taka lívið av søguni við tykkara vøkru náttúru!”

 

Leikstjórin, Ari Alexander Ergis Magnússon, sigur um nýggja filmin Missir, at umframt at byggja á søgu hjá einum av kendastu íslendsku rithøvundunum, so gongur fram, at meðan einkjumaðurin rørir øskuna av deyðu konuni úr urnuni og út í drekkamunnin, kemur hon aftur til hansara, og ber fram dreymin at uppliva tokuna í Føroyum.

 

- Upptøkurnar í Føroyum gingu framúr væl, alt væl úr hondum greitt frá Jonbi og Jón Hammer og hansara undurfulla toymi. Tað var sum í dreymi, sigur Ari. Allir dagar gingu væl og umstøðurnar vóru fínar. Vit vórðu signað við góðum útiveðri, tá brúdleypssenan skuldi takast, og persónliga gjørdist hetta ein av bestu og eydnuríkastu løtum í lívinum, sigur íslendski leikstjórin.

 

- Eg vil fegin koma aftur til Føroya at skriva til film og byggja víðari á tann dreym, eg hevði meðan eg var í Føroyum. I would love to shoot in your amazingly beautiful islands, sigur Ari Alexander Ergis Magnússon undan sýningini í Havnar Bio í morgin klokkan 17:00

 

Íslendski filmurin Missir verður sýndur við enskum undirteksti og hevur tá heitið Epilogue. Filmurin, sum just hevur verið frumsýndur við góðum ummælum í Íslandi, varir 89 minuttir.

 

Um filmin sigur Filmsfelagið soleiðis:

 

Nýggi íslendski filmurin, Missir, ið hevur altjóða heitið Epilogue, byggir á skaldsøgu, sum Guðbergur Bergsson (1932-2023) skrivaði í 2010.

 

Filmsfelagið sýnir Missir í Havnar Bio leygardagin 23. novembur kl 17:00, har leikarar og framleiðarar verða til staðar.

 

Vit hitta aldrandi mannin, sum just hevur mist konuna. Hann tvíheldur um urnuna, og úr henni rør hann øskuna av konuni í heita krússið og drekkur, til hann sær hana fyri sær. Nú enduruppliva tey minnir úr lívinum, tey hava havt saman.

 

Saman við skemtiliga grannanum, fylgja vit aldrandi einkjumanninum, ið leitar eftir nýggjari meining at verða til, meðan hann søkir sær troyst og ugga í teim løtum, hann og konan høvdu saman. Í hesi lívsleitan rakar hann við sjáldsamar persónar, so sum ein sjálvupptiknan doktara, ein smikursøtan mann, ið selur kistur, ein shamanistiskan yogalærara, duldarfullar nunnur, eina unga føroyska brúður, og ein lítlan hvítan hund, sum eitir Skuggi. Ferðin hjá gamla manninum er ein nemandi granskan í sorg, kærleika og menniskjansligum avbjóðingum.

 

Jón Hammer hevur verið framleiðsluleiðari fyri Truenorth Faroe Islands, tá umræður føroyska partin í filminum.

 

Leikarar eru Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrun S. Gísladóttir. Leikstjóri er Ari Alexander Ergis Magnússon, og framleiðarar eru Oscartilnevndi Fríðrik Þór Fríðriksson og Guðun Edda Þórhannesdóttir.

 

Íslendski filmurin Missir verður sýndur í upprunaversión, men við enskum undirteksti og heitinum Epilogue.

 

##med2##

 

##med3##