Her situr Maud Poulsdóttir Hansen (t.v.) saman við einari av systrum sínum. - Vit eru fýra systrar, sum onkuntíð baka saman til jólar og skifta um køkur, sigur hon.

Maud hevur arbeitt í handli alt sítt arbeiðslív

- Eg fari ikki í panikk í desember. Keypi tað, vit hava brúk fyri, og so hugni eg mær saman við familjuni fyri rest, sigur Maud Poulsdóttir Hansen.

Her situr Maud Poulsdóttir Hansen (t.v.) saman við einari av systrum sínum. - Vit eru fýra systrar, sum onkuntíð baka saman til jólar og skifta um køkur, sigur hon.

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

Hesa tíðina dámar mær væl. Haldi, at hetta er ein sera hugnalig tíð. Nú arbeiði eg í blómuhandli, so tað umgongst ikki at koma í jólahýri av vøru, sum kemur í handilin - og so jóladekoratiónum, sum verda gjørdar. Og so allur jólatónleikur og sangir, sum minna okkum á, hví vit halda jól

 

Tað sigur Maud Poulsdóttir Hansen.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?

 

Eg pynti nakað, men ikki so nógv sum fyrr. Men, tað verður í øllum førum til eitt pyntað grannjólatræ. Mær dámar væl øll ljósini, sum verða tendrað.

 

Hon sigur, at kleynur verða altíð kókaðar til jólini.

 

- Vit eru fýra systrar, sum onkuntíð baka saman og skifta um køkur. Jólaaftan eta við stokt ræst kjøt og rísingreyt omaná.

 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús?

 

- Eg keypi jólagávur til okkara børn, teirra makar og ommubørnini. 10 gávur verða tað tilsamans, harav tríggjar eru keyptar.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

- Nú havi eg arbeitt í handli alt mítt arbeiðslív. Haldi, tað er so hugnaligt at heilsa uppá fólk, sum koma heim til jólar, og hesi hittir tú eisini í handlinum.  

 

Maud Poulsdóttir Hansen heldur ikki, at jólini eru ov handilslig, men sjálvandi er tað upp til ein og hvønn at meta um. 

 

- Eg fari ikki í panikk. Keypi tað, vit hava brúk fyri, og so hugni eg mær saman við familjuni fyri rest, leggur hon aftrat.

 

 

Her situr Maud Poulsdóttir Hansen (t.v.) saman við einari av systrum sínum. - Vit eru fýra systrar, sum onkuntíð baka saman til jólar og skifta um køkur, sigur hon.