Menninir hjá H71 eru steypavinnarar

Við 33 málum ímóti 29 vann H71 steypafinaluna móti VÍF

H71 dró longra stráið í mansfinaluni í hondbólti í høllini við Tjarnir í kvøld.

 

Í fyrra hálvleiki vóru vestmenningar við yvirlutan. Teir lógu eina tonn frammanfyri gjøgnum hálvleikin, men tá komið varð til 30l minuttin stóð 17-17 á máltalvuni.

 

H71 byrjaði seinna hálvleik sum eitt óløgi og komu skjótt framum við 6 málum. Men so hálaðau vestmenningar innaftur, og tá 53. minutti stóð aftur á jøvnum.

 

Men so tóku hoyvíkingar dik á seg aftur, og so dragnaði aftur millum liðið, og dysturin endaði 33-29 til H71.

 

H71 rakk ikki í finaluna í fjør, men tá høvdu teir vunnið hana í fýra ár á rað – og nú verður streypið so verandi í Hoyvík.

 

Toppskorari hjá H71 var Jákup Egholm við 10 málum.

 

Toppskorari hjá VíF var Dánjal Ragnarsson við 7 málum.

 

Málskorarar hjá H71:

 

  1. Jákup Egholm 10 mál
  2. Brian Slyne 8 mál
  3. Høgni Heinason 5 mál
  4. Jón Rói M. Høgnesen 4 mál
  5. Sakaris Sakarisson 4 mál
  6. Høgni Højsted 2 mál

 

Málskorarar hjá VíF:

 

  1. Dánjal Ragnarsson 7 mál
  2. Filip Jojic 4 mál
  3. Sjúrður Olsen 3 mál
  4. Fríði Holm í Innistovu 3l
  5. Andrias Eriksen 3 mál

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##