Mennirnir hjá Mikkjali vóru søktir heilt móti dystarenda

Toppliðið úr bestu norsku fótbóltsdeildini, Viking mátti arbeiða hart fyri at knógva Fredrikstad í norsku steypakappingini

Í kvøld hevði høvuðsvenjarin hjá Fredriksstad, Mikkjal Thomassen sína higartil størstu uppgávu sum høvuðsvenjari hjá Fredrikstad.

 

Fredrikstad, ið hevði Jóannes Bjartalíð á vøllinum frá dystarbyrjan tók á heimavølli ímóti toppliðnum úr bestu deildini, Viking Stavanger á heimavølli í norsku steypakappingini.

 

Fredrikstad fekk eina dreymabyrjan, tá Riki Alba legði heimaliðið á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Stutt undan steðginum javnaði royndi íslendski landsliðsleikarin, Birkir Bjarnason til 1-1.

 

Leingi sá tað út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 1-1, og harvið fór tað at vera brúk fyri longdari leiktíð 2 x 15 minuttir. Men fýra minuttir inni í tíðini dómarin legði aftrat fekk Viking eitt brotsspark, ið Zlatko Tripic setti í netið til endaliga úrslitið 2-1 til Viking, ið harvið vann seg í áttandapartsfinalurnar í steypakappingini. 

 

Fredrikstad kann nú fokusera 100 prosent upp á at vinna sær uppflyting úr næstbestu deildini, har liðið framvegis er ósigrað.

 

Sunnudagin klokkan 14 tekur Fredrikstad móti Start Kristiansand á heimavølli. 

 

Hini føroyingaliðini í Noregi, Bryne, Sandnes ULF og Arendal eru øll útsligin í norsku steypakappingini, og er sostatt einki føroyingalið eftir í kappingini. 

 

##med2##

 

Her skorar Viking sigursmálið til 2-1 (Mynd: Fredrikstad Blad)