Merktu grindirnar støðufastar

Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september.

 

Hvørgin av merktu grindunum hava seinastu vikurnar ferðast serliga víða, skrivar hav.fo.

 

##med2##

 

Fuglafjarðagrindin (blá strika) hevur hildið seg norðarlaga í Hatton-Rockall lægdini, millum Georg Bligh og Hatton bankarnar, á 59 breiddarstigum.

 

Klaksvíksgrindin (reyð strika) er í løtuni 550 fjórðingar longur suðuri, sunnan fyri eystur-Thulean brattan, ið er á umleið 50 breiddarstigum.

 

Sendarin á hvalinum úr Fuglafirði mátar dýpi. Hesin hvalurin kavar regluliga niður á 500-800 metrar, og málda kavtíðin er javnan millum 10 og 15 minuttir. Ferðin, hvalurin kavar við, er sostatt um 2 m/s.

 

Hetta skrivar Bjarni Mikkelsen, Eindarleiðari – Havsúgdjór, lívfrøðingur, á www.hav.fo.