Messi gevur avboð til argentinska landsliðið

Argentina skal spæla tveir HM-undankappingardystir

Komandi fríggjakvøld spælir Argentina HM-undankappingardyst móti Uruguay á útivølli. Og komandi týskvøld spælir Argentina HM-undankappingardyst á heimavølli móti Brasil.

 

Talan er tveir teir størstu kappingarneytarnir hjá Argentina í Suðuramerika, men teir mugu klára báðar dystirnar uttan Lionel Messi.

 

37 ára gamla legendan, ið hevur skotið 112 mál í 191 landsdystum fyri Argentina hevur givið avboð til HM-undankappingardystirnar móti Uruguay og Brasil vegna ein snudd, ið Messi fekk í einum dysti fyri Inter Miami móti Atlanta United í bestu amerikonsku deildini.

 

Argentina er fremst í suðuramerikanska HM-undankappingarbólkinum við 25 stigum fyri 12 dystir. Uruguay er næstfremst við 20 stigum.