Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, er í Noegi, har hann hevur luttikið á landsfundi hjá norska Høgra-flokkinum.
Seinni hevur hann verið til ein døgurða saman við eitt nú fyrrverandi norska forsætisráðharranum, Ernu Solberg og Inu Eriksen Søreide, sum eisini hevur verið norskur uttanríkisráðharri.
Ávísin, Verdens Gang, hevur verið við til døgurðan, og her hava tíðindafólk spurd svenska forsætisráðharran, um hann heldur, at Svøríki eigur at vera fyrireikað til kríggj.
- Ja, vit mugu vera fyrireikað upp á, at tað ringasta kann henda. Tað er nærmast ein sjálvfylgja fyri eitt land og eina stjórn. Hetta merkir ikki, at vit skulu siga, at eitt kríggj er beint fyri durum.
Svenski forsætisráðharrin vísir til eitt gamal orðatak, sum sigur, at "... um tú vil hava frið, noyðist tú at vera fyrireikaður til kríggj", og hetta er eisini galdandi nú, leggur hann aftrat.
- Vit kunnu ikki bara vóna tað besta. Vit mugu eisini fyrireika okkum til, at tað ringasta kann henda. Tað hava vit í Svøríki ikki dugað nóg væl, ásannar Ulf Kristersson.
Forsætisráðharrin sigur, at tað ber ikki til at koma uttanum russisku "aggressiónina" og álopið á Ukraina, sum hevur broytt friðin, ið hevur valdað í norðurlondum í fleiri ára tíggjur.
- Myndin hjá okkum her í Svøríki hevur leingi verið, at vit ikki høvdu búgvið okkum til teir vandar, sum eru í heiminum, men eg trúgvi, at nógvir sviar nú síggja vandarnar og halda, at Svøríki eigur at gera seg betur út.
Ulf Kristersson sigur, at Russland aftur er hóttanin, soleiðis sum grannalandið Finnland eisini hevur upplivað russar. Russland hevur gjørt júst tað, sum landið hevur sagt seg vilja gera.
- Eg haldi tískil ikki, at nøkur orsøk er at misskilja ella dempa tann vandan.
Svenski forsætisráðharrin vísir til russisku innrásina í Ukraina, hertøkuna av Krim í 2014 og kríggið í Georgia.
- Tað var tann tíð, tá vit hildu, at vandin úr Russlandi var burtur. Hinvegin er tað einki nýtt, at tað er Russland, sum er vandin í okkara parti av heiminum.
Ulf Kristersson sigur, at við innrásini í Ukraina gjørdist russiska hóttanin ein veruleiki, og hann vísir á, at hevði Ukraina verið limur í Nato, hevði landið ikki verið álopið.
- Tað fekk jú stórar avleiðingar, at Russland leyp á Ukraina. Tað minst óhugsandi hendi, at Svøríki - frá at vera eitt neutralt land - sá tað avgjørt neyðugt at gerast limur í Nato eftir stuttari tíð, leggur svenski forsætisráðharrin aftrat.
##med2##