Metnógvar korona-kanningar blivu gjørdar í gjár

– Vit vita ikki, hvønn veg hetta fer at ganga, sigur landslæknin

Ongantíð fyrr eru so nógvar korona-kanningar gjørdar í Føroyum, sum í gjár. Lars Fodgaard Møller, landslækni, upplýsir, at fleiri enn 2.000 fólk lótu seg kanna í gjár. 

Kanningarnar eru ikki greinaðar enn, men arbeiðið er í gongd. Landslæknin vil enn ikki siga nakað um, hvussu fyrstu úrslitini av kanningunum síggja út.

Hann sigur tó, at hann er stúrin um gongdina, nú vit í minsta lagið hava 74 staðfestir smittutilburður.

– Vit vita ikki, hvussu nógv tað hevur spjatt segg, so tað er ringt at siga, hvønn veg hetta fer at ganga. Vit skulu jú gjarna fáa kurvuna at ganga hin vegin, sigur Lars Fodgaard Møller, sum fegnast um, at nógv hava verið til korona-kanningar. 

– Nógv fólk eru ørkymlað og lata seg tí kannað, og tað er eitt gott tekin. Tað merkir, at tað er ein størri møguleiki at knekka kurvina, sigur hann.