Tann sjúkrameldaða ráðfrúan í talgildis- og javnstøðumálum, Mia Wagner, fer frá sum ráðfrú.
Tað ger hon av heilsuorsøkum, upplýsir danska forsætismálaráðið. Maria Bjerre, sum varð koyrd frá, tá Mia Wagnar varð sett í starvið, tekur við aftur starvinum, sum hon hevði, áðrenn Mia Wagner varð tikin inn í stjórnina uttanífrá. Hon hevði ongar politiskar royndir, men varð kend úr sjónvarpssendingini Løvens Hule.
Klokkan 8.15 verður hon alment tilnevnd, og tað verður ein stuttur tíðindafundur á Amalienborg Slotsplads.
Í dag eru júst tvær vikur síðani, at Mia Wagner varð tilnevnd.
Mia Wagner gjørdist illa fyri í síðstu viku og svímaði í heimi sínum. Hon varð síðani sjúkrameldað, og búskaparráðfrúan Stephanie Lose tók yvir fyribils uppgávur hennara.
Nú er Mia Wagner so valt at siga stopp.
Á Instagram sigur hon um avgerðina soleiðis:
– Kroppur mín og viljin er ikki samd um lívsdreymin.
– Eg harmist sjálvandi um støðuna, tí sum so nógv av tykkum hava skrivað til mín, so hava mínar upplivingar sum ráðfrú verið, at júst ráðfrú í talgilding og javnstøðu var tað perfekta matchið fyri meg.
Mia Wagner skriar víðari, at hon framvegis er skelkað av tí, sum hendi í síðstu viku – tá hon gjørdist illa fyri – men at hon hevur gott mót. Hon skal nú gjøgnum fleiri kanningar, skrivar hon.
– Heilsa mín og vegur mín aftur skulu ikki órógva hvørki Rroels Lund Poulsen ella Stephanie Lose – ella meg sjálva. Tað skal henda við tí tempo, sum kroppurin hevur, skrivar hon.
Troels Lund Poulsen upplýsir í tíðindaskrivi, at hann er »ótrúliga harmur um, at Mia ikki kann halda fram«.
– Men tað eru sjálvandi viðurskifti, sum hava størri týdning enn politikkur. Eg havi sjálvandi forstáilsi og virðing fyri, at Mia hevur tikið hesa avgerð.
Hann sigur harumframt Mariu Bjerre vera ein »sannan liðspælara« og fegnast um at fáa hana aftur á borgliga stjórnarliðið.
Maria Bjerre duldi ikki fyri, at hon var vónbrotin, tá hon mátti fara frá sum ráðfrú fyri tveimum vikum síðani. Aftan á tað var hon útnenvd til framsøgufólk í fíggjarmálum hjá Vinstra á fólkatingni.
Nú skal hon so aftur vera ráðfrú.
Vegna heilsustøðuna hjá Miu Wagner verður einki hátíðarhald í sambandi við ráðfrúuskiftið, upplýsir Forsætismálaráðið.
/ritzau/
Síggj hetta uppslag á Instagram