Mikkjal K. Thomassen hevur saman við sínum leikarum í AIK Stockholm framt eitt roysnið.
Tá Mikkjal tók við starvinum sum høvuðsvenjari hjá AIK í summar vóru teir langt frá einari evropeiskari endastøðu.
Í dag vann AIK í seinasta dystinum í bestu svensku fótbóltsdeildini ein knúsandi 5-1 stórsigur á Halmstad á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi. AIK var á odda 3-1 í steðginum.
Í 36. minutti fekk Gabriel Wallentin hjá Halmstad beinleiðis reytt kort fyri eina ófantaliga takling.
AIK endaði á triðja plássinum við 54 stigum. Teir vóru eitt stig frammanfyri arvafíggindarnar, Djurgården, og tað smakkar ikki illa hjá stóra viðhaldsfjøldini hjá AIK. Hammarby endaði eisini á 54 stigum, men teir hava betri málúrtøku enn AIK. Malmö FF er langt fremst við 65 stigum.
Um KÍ, HB og NSÍ vinna seg víðari í Conference League undankappingini er møguleikin til staðar, at eitt føroyskt lið møtir AIK í øðrum undanumfarinum. Tað hevði verið stuttligt at fingið Mikkjal og AIK á vitjan í Føroyum komandi summar.
In.fo ynskir Mikkjali og hansara hópi hjartaliga tillukku við bronsuni og Conference League plássinum.
Tey fimm málini hjá AIK í dag skutu:
- (29′) I. Pittas
- (44′) O. Valakari
- (45+1′) E. Edh
- (60′) A. Saletros
- (88′) I. Pittas
HER ber til at síggja málini frá dystinum AIK-Halmstad 5-1 (3-1):
##med2##