Tá spurd, um vit framvegis hava tørv á at halda kvinnudag í 2020, er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur avgjørd.
–Sjálvandi hava vit tað. Vit halda hesar dagarnar fyri at minnast og virða tað arbeiðið og teir dystir, sum eru vunnir. Og tað er heldur ikki avmarkað til bert kvinnudagin, tí tað eru fleiri dagar, har vit steðga og minnast á.
– Kvinnudagurin er ein av teimum døgunum, og vit mugu halda fast í honum. Fyrst og fremst mugu vit ongantíð gloyma søguna handan kvinnustríðið, og vit mugu ongantíð gloyma tær kvinnur og teir menn, ið stríddust fyri tí. Tí menn hava eisini stríðst fyri okkum.
– Vit hava havt kvinnur, sum veruliga hava stríðst fyri, at vit eru komin so langt, sum vit eru í dag. Vit hava ikki tey somu stríðini og tær avbjóðingarnar í dag sum fyrr; atkvøðurættin hava vit langt síðani fingið, og tað er rúm fyri, at kvinnur kunnu fáa tey arbeiðini, ið tær vilja. Møguleikarnir eru teir somu fyri bæði kynini, og vit skulu eggja kvinnum til at taka av teimum møguleikunum.
Vunnin kvinnurættindi er nakað, sum framhaldandi skal setast á dagsskrá, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum samanber rættindini við ein urtagarð, sum má røkjast.
– Hetta er, sum ein urtagarður, og ein urtagarður má haldast. Eg eri bangin fyri, at eru vit ikki á varðhaldi, líka sum við einum urtagarði, so fara vit at missa.
Stríðini eru ikki tey somu, sum tey einaferð vóru, ásannar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Men nýggjar avbjóðingar eru komnar ístaðin, og hesar eru avbjóðingar, ið kvinnudagurin kann seta fokus á.
– Pensiónin er eitt gott dømi um hetta. Hví skulu vit ikki hava líka nógva pensión sum men, bert tí vit liva longri? Vit kunnu ikki revsast fyri at liva longri. Innan heilsuøkið gera vit alt, sum vit kunnu, fyri at fólk hava góða heilsu og liva leingi. Tað kunnu vit ikki revsast fyri.
Arbeiðsmarknaðarviðurskifti er ikki málsøkið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, men tað eru hinvegin javnstøðumál, og í so máta ætlar landsstýriskvinnan sær at gera vart við hendan ójavnan.
– Eg havi roynt at ávirkað og havi gjørt vart við hetta í løgtinginum fyrr. Tað er ikki meira enn natúrligt, at kvinnur fáa somu pensión, sum menn gera.
Kvinnurættindi tvørtur um ideologisk mørk
Altjóða kvinnudagur hevur sínar røtur í sosialistisku arbeiðararørsluni, men hetta órógvar ikki Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum hevur sítt politiska heim á borgarliga veinginum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur seg ikki ivast í, at borgarligu kvinnurnar eisini hava gjørt sítt til, at kvinnurættindi eru har, sum tey eru í dag. Kvinnurættindi røkka tvørtur um ideologisk mørk, heldur landsstýriskvinnan.
– Fyri tað at eg eri borgarlig, so havi eg havt eitt fantastiska gott samstarv við hinar kvinnurnar í løgtinginum, hóast vit ikki altíð eru samdar um øll mál. Kortini eru nøkur mál, sum vit hava verið samdar um, og har hava vit staðið saman. Um vit taka pensiónirnar aftur, so kann eg ikki ímynda mær, at tað er nøkur kvinna, ið er ímóti at javnseta pensiónirnar, óansæð hvar tær hoyra heima politiskt.
Skulu flyta okkum frameftir
Á lívsleiðini hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir valt sær tvey rættiliga mansdominerað yrki - fyrst sum løgreglufólk og síðani sum politikkari.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er eisini næsta kvinnuliga løgreglufólk í Føroyum og fyrsta kvinnuliga løgreglufólk í Klaksvík; ein heiður, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vónar fellir burtur í framtíðini.
– Eg vóni, at vit fara at koma hartil, at tað verður líka natúrligt, at tað verður ein kvinna sum ein maður, sum verður tann fyrsti til eitthvørt. Um vit tosa um ein flogskipara, til dømis, so verður tosað um "fyrsta kvinnuliga flogskipara til hetta ella hatta". Vit mugu koma longri enn so. Vit mugu koma til, at "hesin persónurin er tann fyrsti innan hetta", punktum. Vit mugu koma hartil, at tað verður "Elsebeth var tann fyrsti politisturin í Klaksvík", ikki "Elsebeth var tann fyrsti kvinnuligi politisturin í Klaksvík".
Gloymdu graviditetsbúnan
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir gjørdist løgreglufólk í tíðini stutt eftir, at kvinnur fingu møguleika at gerast løgreglufólk á jøvnum føti við menninar. Nakrar avbjóðingar vóru, og okkurt skuldi tilpassast nýggja veruleikanum.
– Fyrstu kvinnuligu politistarnir komu í 1914, har tær fingu nakrar serligar uppgávur, so sum at avhoyra børn og annað. Í 1977 varð avgerð tikin um, at kvinnuligir politistar skuldu javnsetast við menn. Hetta merkti, at tey fingu somu uppgávur, sama uniform við pistól og handjørnum og so framvegis. Sjálv fór eg niður í 1985 á politiskúla, og eg merkti væl, at hetta við kvinnuligum politistum var nakað nýtt.
– Kvinnurnar vóru í barnsburðaraldri, og vóru tær upp á vegin og komnar so og so langt, so kundu tær fáa skånetjeneste - tað vil siga, at tær fóru aftur um skriviborðið at arbeiða í eina tíð. Hetta vóru størv, sum menninir kanska høvdu arbeitt fram ímóti at fáa, og sum kvinnurnar so fingu sum part av skånetjenesten. Tað var sjálvandi í eitt avmarkað tíðarskeið, so skuldu tær út aftur til vanliga politiarbeiðið, men hetta vóru tær avbjóðingarnar, sum vóru tá.
– Eisini tílíkt sum politiuniformurin var ein avbjóðing. Tá kvinnurnar byrjaðu sum løgreglufólk, var bara harrauniformurin, og har var so slett eingin graviditetsuniformur, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum sjálv hevur nýtt graviditetsklæðini hjá løgregluni.
Virðingin hevur altíð verið har
Hóast kvinnulig løgreglufólk vóru rættiliga nýggj, og nakrar tilpassingar skuldu til, so hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur altíð følt, at hon var á jøvnum føti við menninar í løgrelguni.
– Eg kom fyrst til Havnar at arbeiða sum løgreglufólk, og eg má siga, at eg havi altíð merkt, at har hevur verið virðing - sum danskarar siga, gensidig respekt - millum starvsfelagarnar. Uppgávurnar vóru tær somu og eingin legði í, hvat kyn tú vart.
– Á sama máta var eisini virðing frá borgarunum. Eg havi altíð følt virðing rundan um meg. Sjálvandi fert tú sum løgreglufólk altíð at koma út fyri onkrum, sum tú ikki brýggjar teg um, men tað er ikki bara kvinnur, sum koma út fyri tí. Tað gera menninir eisini.
– Latið fólk vera tey, tey eru
Eitt, sum Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur heldur, at vit sum samfelag skulu gerast betri til, er at lata fordómarnar liggja, tá vit koma í samband við tey, ið hava onnur áhugamál enn tað, sum ofta seta í samband við eitt ávíst kyn.
– Vit skulu eisini ansa eftir ikki at kroysta rollur niður yvir børnini. Latið børnini sleppa at spæla við tað, sum tey vilja. Gentur skulu ikki spæla nakað ávíst, og tað skulu dreingir heldur ikki. Latið tey spæla við tað, sum tey hava hug at spæla við, og tað skal vera pláss fyri tí. Ein genta er ikki dreingjalig, bara tí hon vil spæla við rasarabilar. Ella umvent, um ein drongur vil sleppa at perla. Tað skal vera rúm fyri, at børnini eru, sum tey eru.
Hetta er eisini galdandi fyri tey vaksnu, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er greið yvir, at hon vil ikki ávirkast av, hvat onnur halda, bert tí hon valdi sær størv innan traditionelt mansdominerað yrki.
– Hóast eg havi virkað í einari "mannfólkaverð", so ansi eg eftir, at eg sleppi at vera tað kynið, sum eg nú einaferð eri. Sjálvt um eg arbeiði í einari "mannfólkaverð", so líkist eg ikki einum manni. Og umvent, bara tí at ein maður arbeiðir innan design, merkir ikki tað, at hann er femininur. Latið fólk vera tey, sum tey eru, tí vit hava so ymisk áhugamál.