Minningarorð: Takk fyri alt góði Helgi

Hóast deyðsboðini um Helga Brekku ikki komu heilt óvæntað, so koma tílík boð altíð óvart á.

Ikki tað, Helgi var eingin unglingi, bara knapt ár yngri enn Frans pávi, ið eisini andaðist herfyri.

Helgi var bankamaður í tí tíðini, har tað kanska meira enn nú var hildið upp á normarnar. Ja, kanska var tað akkurát tí, at hann fekk sær eitt frítíðarítriv sum rossafólk, ein heimur har normar mest sum ikki eru til. Honum dámdi í øllum førum væl at skifta úr fínu klæðunum í vásaklæðini og sleppa sær ein túr í hagan, har eingin spurdi um rentur og valutakursin.

Hann hevði eisini nógvar vinir í rossaverðini, og hetta var hildið við líka til heilt fyri stuttum, hetta við at ganga til kaffi í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag. Har hittast fólk frídagar til morgunkaffi, og eisini har fer heilt vist at vera saknur í vælumhugsaðu, speisku og ofta beinraknu viðmerkingunum hjá Helga.

Helgi hevur havt nógv álitisstørv í felagnum, m.a. sat hann í dómsnevndini og var eisini kassameistari og skrivari í nógv ár. Hetta og alt annað hann hevur gjørt fyri felagið vilja vit takka honum fyri.

Føroya Ríðingarfelag vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir minnið um Helga Brekku og vísa samkenslu við børn, abbabørn og onnur ið vara av.