Minningarorð um Petur T. Poulsen úr Skopun

Petur var sonur Kristoffur Poulsen, Skopun, og Siborg f. Hentze, eisini úr Skoupn.

 

Tey vóru sjey systkin, Jens Marius, Petur, Hans, Brynhild, Konny, Anna Sofía og Ingrid.

 

Petur giftist við Poulinu, sum er ættað úr Sumba, tey fingu børnini Kristoffur, John Hendrik og Paulu.

 

Tey bygdi sær nýggj hús niðri í gomlu bygdini, har forfedrar hansara høvdu búðleikast.

 

Hvør var hesin fryntligi maðurin, sum nú legði árnarnar inn 77 ára gamal. Man má siga at Petur var ein sera sentralur persónur í Skopun.

 

Sum ungur fór hann niður til Danmarkar at lesa. Heimafturkomin arbeiddi hann í handilsfyritøkuni hjá pápa sínum. Hann hevði nógv við postin at gera. Jú, har var nokk at taka hond í.

 

Eitt langt tíðarskeið var Petur lærari í Skopunar Skúla. Tað bleiv sagt um hann, at hann hevði serlig evni til at undirvísa. Man hoyrir ofta fólk umtala Petur sum ein sera góðan lærara, men eisini hevði hann myndugleika yvir sær. Børnini høvdu respekt fyri honum.

 

Petur varð var valdur í kommunustýrið frá 1976 til 1980, tá hann ikki stillaði upp aftur. Eisini í hesum starvi varð hann sera væl lýddur. Framburð í bygdini gleddist hann um.

 

Petur var eisini leiðari fyri Sjóvinnubankadeildina í Skopun og seinni Bank Nordik.

 

Hann var í nógv ár aktivur í lokalfelagnum hjá sambandsflokinum sum skrivari. Eg hevði tað gleði, at arbeiða saman við honum.

 

Jú, hetta var ein persónur, sum var aktivur í Skopun.

 

Nú Petur var blivin pensjonist, var hann javnan at síggja á keiini, har báturin Hvalnes lá við bátabrúgvarnar, hann var sera glaður fyri tær nýggju brúgvarnar. Hann gleddi seg at sleppa aftur út í fjørðin, ella vesturum, at royna, men soleiðis bleiv ikki.

 

Petur var ein sera fryntligur maður, hann visti nógv um okkara bygd. Tá tú tosaði við Petur, var altíð ein friður yvir manninum, dugdi sera væl at lurta, gav sær altíð tíð til tann, hann tosaði við og stundir til at svara.

 

Petur og eg tosaðu mangan saman um bygdina, sum hann visti so nógv um. Hetta hevði hann ikki frá fremmandum, tí pápi hansara Kristoffur hevði serlig evni at greiða frá mongun skemtiligum. Eg havi hoyrt Petur i ymiskum samkomum hava orðið, hann kundi skemta sum fáur, ofta varð tað søgur úr handlinum, tí handlarnir vórðu ofta tilhaldsstaður hjá eldri monnum, tá uppiløgudagar vóru. Tá kundu bylgjurnar ganga høgt millum hesar kempur, alt hetta varð Petur uppvaksin við, tí visti hann meira enn tey flestu.

 

Tað var altíð stuttligt at síggja Petur og Poulinu arbeiða úti á trøðnið, tey vóru altíð saman.

 

Trøðin “uttan fyri Skarið” virkaði sum ein fríðstaður fyri tey bæði. Húsið, sum stendur á trøðnið, sigst vera fyrsta stoypta hús í landinum. Har sá man ofta familjuna vera samlaða.

 

Eitt, sum Petur var kendur fyri, var røkiskap. Alt hann átti var væl hildið.

 

Tað var nú ein dagin, ein ringdi til mín, hann segði fyri mær, at hann hevði ein Volvo-bil, sum Petur í Búri hevði átt, hann ætlaði sær at sleppa at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, tá hann bleiv opnaður. Jú, í sannheit minnist eg væl grøna Volvo-bilin hjá Petur, sum hann hevði í nógv ár.

 

Jú, Petur var ein merkismaður og tað minnast vit hann fyri.

 

Ja, nú er henda vakra Skopunarrøddin tagnað. Hesin prúði maðurin er fluttur til ein betur stað.

 

Góða Poulina, børn og abbabørn, Harrin signi tykkum í sorgini.

 

Gerhard