Misti tamarhaldið á bilinum

Tað hevur aftur verið kalt og kavi í gjárkvøldið og í nátt

Tað hevur aftur verið kalt og kavi í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur ikki elvt til trupulleikar í ferðsluni.

 

Men í gjárkvøldið fór ein bilur út av á Nesi í Vági. Tað vóru tveir ungir mans í bilinum og løgreglan sigur, at bilførarin hevur greitt frá, at hann helt, at hann rakti okkurt á vegnum og so misti hann tamarhaldið á bilinum.

 

Bilurin var fyrst á veg oman av vegnum, men lukkutíð tók autoverjan stoytin, men tá varð bilurin sendur tvørtur um vegin og endaði í veitini oman fyri.

 

Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men bilurin nakað av skaða. Løgreglan leggur afturat, at brennivín var ikki uppií.

 

Tað er framvegis so mikið kalt, at Landsverk ávarar um hálku fleiri staðni, serliga frá Kaldbaksbotni, og vestureftir og norðureftir.

 

Eingin hálkuávaring er fyri Sandoynna og Suðuroynna, men har er eisini kalt.

 

Annars verður tað aftur kaldari í nátt og tað verður sama skilið í fleiri dagar, har tað verður niður í minus 2 - 3 stig, um næturnar, og eini 2-4 stig um dagin.

 

Annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan.