Innan nærmastu framtíð fara ferjurnar hjá Molslinjen, sum sigla millum Jylland og Sæland, at sigla við streymi í staðin fyri diesel.
Reiðaríið sigur í tíðindaskrivi, at tað hevur givið boð um at seta tvær battarídrivnar katamaranferjur á rutuna tvørtur um Kattegat.
Tær báðar ferjurnar verða bygdar á skipasmiðju í Avstralia. Tann fyrsta verður væntandi liðug í byrjanini av 2028.
Molslinjen arbeiðir eisini við at fáa bygt eina triðju og líknandi ferju á aðrari skipasmiðju. Um neyðugt kundi hon verið sett á somu rutu samstundis.
- Tað er ein risastór verkætlan, sum umframt tær tríggjar ferjurnar fevnir um umfatandi bygging av undirstøðukervi á landi umframt skipanir til at goyma streym til nýggju ferjurnar, sigur Kristian Durhuus, stjóri í Molslinjen.
Tær tríggjar ferjurnar verða 129 metrar langar og taka 1.483 ferðafólk og 500 bilar.
Tæir eru sostatt 11 prosent størri enn katamaranferjan Express 5, sum siglir millum Rønne og Ystad og í løtuni er heimsins størsta katamaranferja.
Molslinjen upplýsir ikki prísin á nýggju ferjunum, men sigur, at undirstøðukervið á landi, sum fer at gera tað møguligt at reka nýggju ferjurnar, væntandi fer at kosta 3,5 milliardir krónur.
Elektrifiseringin av Kattegat-sambandinum er millum annað gjørd møgulig, takkað verið einum statsligum grønum grunni, sum stuðlar slíkum verkætlanum.
Roknað verður við, at veðurlagsávirkanin av ferjurakstrinum kann minkast við 132.000 tonsum av CO2 árliga.
Fyri at hava nóg mikið av streymi til túrarnar aftur og fram um Kattegat, verða battarípakkar við einum kapasiteti uppá 45.000 kilowatt tímar hvør settir í ferjurnar.
Teir skulu løða í 30 minuttir, tá teir eru í havn, áðrenn teir fara túrin hinvegin aftur.
Molslinjen hevur longu elektrifiserað eina røð av øðrum farleiðum. Hetta er galdandi fyri til dømis Esbjerg-Fanø, og ein el-ferja er sett á leiðini millum Sæland og Samsø.
Seinni í ár verður streymur eisini lagdur afturat ferjurakstrinum millum Bøjden og Fynshav.
/Ritzau/