So bersøgin er fyrrverandi borgarstjórin og núverandi varaborgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen í dag, nú Kringvapið varpaði ljós á málið um súkkling í Húsareynstunlinum. Har greiddi stjórin í Ferðslutrygd frá, at tað ikki er vandamiklari at súkkla í Húsareynstunlinum enn í øðrum tunlum.
Men hesum er Heðin Mortensen als ikki samdur.
– Býráðið hevur als ikki samtykt, at hetta skal verða so. Býráðið hevur samtykt, at í staðin skulu nógvar gøtur gerast til súkling og gongufólk. Hetta er longu gjørt fram við Havnarvegnum, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at ein ferðsluætlan bleiv gjørd um alt hetta økið av arbeiðsgevara, okkara teknisku fyrisiting og av Landsverk og politinum. Samtykt og avgreitt. Skeltir vóru sett upp um alt hetta, sigur Heðin Mortensen.
– Dagin fyri at tunnilin bleiv tikin í brúk, blivu hesi skeltir tikin niður, sigur hann.
– Óansvarligt, sum eg ikki standi inn fyri, sigur varaborgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.
##med2##