Um hálvgumsekstíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at fólk vóru farin til hendurs í einum bústaði í Havn, og at knívur var á lofti. Bæði konufólk og mannfólk vóru til staðar, og ein maður fekk skaða av knívinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum ikki fær sagt so nógv um málið, tí maðurin skal framsetast í grundlógaravhoyring seinni í dag.
Men maðurin, sum fekk skaða av knívinum, fekk ikki lívshóttandi skaða. Hann varð viðgjørdur fyri skaðan, men varð ikki innlagdur á sjúkrahús.
Talan var um ein mann um fimmti ára aldur, sum brúkti knív, og hann verður skuldsettur fyri »kvalifiseraðan harðskap« og ikki fyri drápsroynd, sigur vaktleiðarin á politistøðini.