Tey heita á bretar um aftur at søkja um limaskap í Eropiska Samveldinum.
Mótmælisfólkini umboða ein meiriluta í fólkinum sambært fleiri meiningakanningum í árunum eftir brexit.
Fleiri kanningar hjá Kantar og Deltapoll vísa, at 55 prosent av veljarunum eru ímóti brexit í dag, meðan 45 eru fyri. Kanningar hjá Omnisis vísa, at 61 prosent vilja hava nýggjan ES limaskap, meðan 39 prosent eru í móti.
/ritzau/dpa