Musah bjargaði TB í Hólmanum

Fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina eru tvøramenn á veg suður við fullari úrtøku

Arthur D. Poulsen vardi TB málið fyri fyrstu ferð í ár, og hann megnaði at halda heimaliðnum í Hólmanum á Eiði frá at skora mál

Tað er øgiligur fagnaður millum teir svørtu og hvítu í Hólmanum á Eiði. Miðdepil fyri fagnaðinum er Samudeen Musah. Hann sá gult, tí dómarin metti, at hann royndi at filma seg til fríspark, tá ið hann dygst frammanfyri brotsteigin royndi at slíta seg leysan.

 

Tað var í 66. minutti. Trettan minuttir seinni var heilt annað lag á Samudeen og liðfeløgunum. John Willi Wøldike Leo legði við horna úr vinstru bóltin í brotsteigin, og har rann Samudeen Musah fram og sendi við høvdinum bóltin í málið. Hetta var triðja málið hjá Samudeen Musah í ár. Undanfarin ár hevur hann ofta verið vongverji í vinstru. Nú er hann fremsti álopsspælari, og við sigursmálinum á Eiði syrgdi hann fyri fyrsta sigrinum á útivølli hjá TB, síðani aldursforsetin síðsta heyst aftur varð partur av bestu deildini.

 

Heilt merkisvert fyri uppgerðina í Hólmanum á Eiði var tað, at bæði liðini høvdu nýggjan mann millum stólparnar, og báðir málverjarnir høvdu meistarligar bjargingar.

 

Hjá TB var Arthur Djurhuus Poulsen í málinum, og hjá EB/Streymi var tað Fayo Kruse,  sum var málverji.

 

Hetta var fjórða ferðin á rað, at TB var norðanfyri. Um eina viku er setningurin at hitta KÍ í Klaksvík, og so fær TB vitjan av AB og B68, áðrenn leiðin gongur til Fuglafirðar.

 

TB hevur nú 9 stig, ið er sama stigatal sum tað hjá ÍF. EB/Streymur hevur 10  stig.

 

Arthur D. Poulsen vardi TB málið fyri fyrstu ferð í ár, og hann megnaði at halda heimaliðnum í Hólmanum á Eiði frá at skora mál