Myndaódn í Steinprenti

Sum siður er letur árliga Myndaódnin upp í Steinprenti í dag, leygardag 9.des klokkan 15-17 við gløgg og góðari list við denti á grafisk listaverk, sum eru gjørd í ár í Steinprenti. Tey, sum hava arbeitt á verkstaðnum í ár eru: Claus Carstensen, Tróndur Patursson, Nina Maria Kleivan, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Fríða Matras Brekku, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Uffe Christoffersen, Louise Aakerman Nielsen, Rannvá Kunoy, Heiðrik á Heygum, Anna Seppälä og Torbjørn Olsen.

 

Hetta skrivar www.listaportal.fo millum annað.

 

Framsýnd verða eisini seks prent hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá.