Nú hava Føroyar verið koronafríar í tveir mánaðir

Tær seinastu 5.669 royndirnar hava verið negativar

Tað er framvegis ongin korona-tilburður staðfestir afturat og nú eru tilsaman 12.066 fólk í Føroyum kannað fyri korona.

Tað upplýsir landslæknin nú tey seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Seinast ein koron-tilburður varð staðfestur í Føroyum, var 22. apríl, og sostatt hava Føroyar nú verið korona-fríar í tveir mánaðir. Og tað merkir eisini, at allar tær seinastu 5.669 royndirnar hava verið negativar.

Sostatt eru tað framvegis 187 føroyingar tilsamans, sum hava fingið staðfest korona, og øll tey 187 fólkini eru langt síðani frísk aftur.