Nú hevur Atlantsflog tikið avgerð um ruturnar til fleiri lond

Tey fara at flúgva til nøkur ferðamál, men fleiri vældámd ferðamál verða slept í ár

Seinni í ár fer Atlantsflog at flúgva meiri enn tey hava gjørt higartil, men samstundis er tað eisini greitt, at í ár verður verður ikki flogið til fleiri ferðamál, sum hava verið rættiliga væl dámd hjá føroyingum.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, Stjóri í Atlantsflogi. Tá ið korona kom inn á okkum fyrst í mai, varð øll flúgving løgd lamin frá degi til dags og í fleiri vikur var bara talan um neyðsynjarflutning ímillum Føroyar og Danmark tríggjar ferðir um vikuna.

Men hesa seinastu tíðina, er glið so smátt við at koma á flogferðsluna aftur, og nú hevur flogferðslan tikið seg upp aftur ímillum Føroyar, Danmark og Føroyar og Ísland.

 Sum støðan er, verður flogið til Keypmannahavnar, Billund, Ålborg og Keflavík. Men nú er eisini greitt, at í oktober og november fer Atlantsflog eisini at flúgva til Edinburgh tvær ferðir um vikuna.

Somuleiðis fer Atlantsflog eisini at flúgva til Las Palmas á Gran Kanaria frá mitt í desember til páskir næsta ár Men afturfyri verða tað eisini fleiri væl dámd ferðamál hjá føroyingum, sum verða slept í ár, tí tað er gjørt av, at Atlantsflog fer ikki at flúgva til Bergen, Barcelona, London og París í ár.

Jóhanna á Bergi sigur, at støðan er so óviss, at tað eru rætt og slætt ikki nokk av bíleggingum til at fara undir tær ruturnar eisini, so tær verða at bíða. So fer tíðin at vísa, hvussu verður við teimum næsta ár. Ætlanin er at taka tær upp aftur næsta ár, men tað veldst alt um, hvussu korona-støðan verður, sigur hon.

– Vit kunnu fegnast um, at gongd er komin á flúgvingina aftur, men vit far at flúgva nógv minni í ár, enn vit gjørdu í fjør, sigur Jóhanna á Bergi.

Hon sigur, at so síggja tey tíðina ann fyri at vita, hvussu tað sær út næsta ár. Atlantsflog hevur sagt fleiri fólkum úr starvi og stjórin sigur, at við teirri flúgving, sum nú er, er ikki grundarlag fyri at seta fólk í starv aftur.