Nú sleppa vit ikki longur at vitja avvarðandi á sjúkrahúsunum

Einans í heilt serligum førum kunnu avvarðandi vitja sjúklingar

Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús lata aftur fyri vanligum vitjanartíðum. Hesum boða sjúkhúsini frá í dag.

– Vísandi til núverandi støðuna viðvíkjandi COVID-19 smittu, verður latið aftur fyri vanligum vitjanartíðum komandi tíðina, verður sagt.

Einans í heilt serligum førum kunnu avvarðandi vitja sjúklingar.

– Í teimum førum skal avtala gerast við deildina frammanundan við at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 30 45 00 og umbiðja deildina har sjúklingurin liggur, sigur Landssjúkrahúsið.

– Set teg í samband við deildina á tel. 45 45 45 og ger avtalu um hetta, sigur Klaksvíkar sjúkrahús.

– Í teimum førum skal avtala gerast frammanundan við at ringja til Suðuroyar Sjúkrahús á tel. 34 33 00, sigur Suðuroyar Sjúkrahús. 

Vitjandi skulu bera munnbind, tá vitjað verður.